Miklagarður


4.0 ( 4730 ratings )
Social network Navigazione
Sviluppatore Susanne Nielsen
Libero

Við Miklagarðs-appini fært tú einfalt og skjótt alla kunning um Miklagarð.

Tilboðsbløðini
Tú fært tilboðsbløðini hjá Miklagarði

Innkeypslisti
-Deil innkeypslista við t-posti og sms-boðum
-Goym innkeypslistar
-Goym tilboð úr tilboðsblaðnum

GPS-kort
Í appini er innbygt GPS-kort. Á kortinum sært tú, hvar Miklagarður er.

Dagsins tilboð
Tú sært dagsins matarskrá frá Krásadeildini

Vøruskannari
Við vøruskannaranum kanst tú skanna vørurnar og goyma tær. Appin kennir flestu vørurnar, men er onkur vøra, sum appin ikki kennir aftur, skrivar tú vørunavnið, og næstu ferð tú skannar, kennir appin navnið aftur

Uppskriftir
-Fá íblástur til matgerð við teimum spennandi matuppskriftunum, sum eru í appini

Miklagarður
– størsti matvøruhandil í Føroyum
Við 2.400 fermetrum er Miklagarður nógv tann størsti og mest nýmótans matvøruhandilin í Føroyum. Vit selja einar 25.000 ymiskar vørur. Hvørja viku vitja 15.000 kundar í Miklagarði, sum selur alt frá Madagaskar-pipari til hummara. Miklagarður er einasti matvøruhandil í Føroyum, sum hevur bæði krásadeild og hjall. Umframt alskyns gerandisvørur ger Miklagarður nógv burturúr at hava eitt stórt úrval av feskvørum og bakstri. Allar vørurnar í krásadeildini og hjallinum eru heimagjørdar. Feska kjøtið í Miklagarði – eisini alt hakkikjøt – er av Angus-kjøtinum, sum er kent um allan heim fyri at vera serliga dygdargott. Miklagarður hevur umleið 70 starvsfólk, ið altíð eru til reiðar at hjálpa og at fjálga um kundarnar.